Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla
Asbest og eternit
Asbest skal latast inn í stórsekkjum ella innpakkað á platti.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Tað er undir ongum umstøðum loyvt at lata asbest leyst í bingju at vippa.

Asbesttrevjur eru krabbameinselvandi, og tí er sera týdningarmikið at fara varliga um og ikki at bróta pláturnar. Tað er dustið frá brotnaðum plátum, ið kann elva til lungnakrabba. Dømi um asbest: Takplátur, veggjaplátur, bjálvaði rør.

 

Blandað tyrviburturkast
Blandað tyrviburturkast kann latast inn leyst í bingju ella í stórsekkjum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Til hendan bólkin hoyrir: Steinull, bjálving, PVC-rør, keramikkur.

GG: Undir ongum umstøðum mugu gips og asbest latast í hendan tyrvibólkin.

Ecophon
Ecophon-plátur verður tyrvdar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Innihaldið í ecophon-plátunum er 80% glassull.

Ecophon kann latast í sama posa/bingju sum annað tyrviburturkast, tó má tað undir ongum umstøðum latast í saman við asbest/eternit ella gips, sum verða tyrvd fyri seg.

 

Gips
Gips er tyrviburturkast, men tað skal undir ongum umstøðum blandast við annað tyrviburturkast, tí gips...
Privat
Vinnan
Viðgerð

Gips er tyrviburturkast, men tað skal undir ongum umstøðum blandast við annað tyrviburturkast, tí gips skal tyrvast fyri seg á sermerktum øki.

Gips verður tyrvt fyri seg fyri at fyribyrgja, at svávulbrinta-gas (H2S) verður framleitt. Hetta gassið er eitrandi og eldfimt.

Gips má undir ongum umstøðum brennast, tí tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á brennistøðini.

Gips verður gips tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi.

Gips verður tyrvt á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi hjá IRF.

Glashurðar og -vindeygu úr plasti
Glashurðar og -vindeygu úr plasti verða latin inn sum tyrviburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Plastið, ið verður brúkt til slík vindeygu, er PVC. Tað skal ikki brennast, tí tað kann skapa dioxinir.

Glasull
Bjálving úr glasull.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Glasull kann latast í sama posa/bingju sum annað tyrviburturkast, tó má tað undir ongum umstøðum latast í saman við asbest/eternit ella gips, sum verða tyrvd fyri seg.

Keramikkur
Dømi: Vesikummur, vask, postalín, sikkringar, urtapottakrukkur, búnýtið (koppar, krúss, skálir)
Privat
Vinnan
Viðgerð
PVC-plast
PVC kann framleiða dioxinir við brenning og skal tí tyrvast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Ivast tú, um talan er um PVC, so ber til at leggja eitt petti í vatnbað. PVC-plast er tyngri enn vatn og søkkir tí í vatninum.  

Dømi um hart PVC: Takrennur, kloakrør, profilar, rennustokkar, kápulbakkar, frárenningarrør og –skipanir, vindeyga- og hurðarammur.

Dømi um bleytt PVC: Vinylgólv, útgerð innan heilsuverkið, presendingar, bannarar, bóltar, slangur, regnklæðir, gummistivlar

Sandwichmodul við PUR-skúmi (polyuretanskúm)
Modullini mugu skiljast sundur. Metallið skal til endurvinningar og skúmið verður brent.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Steinull
Steinull verður tyrvd, og kann latast inn til IRF leyst í bingju ella í stórsekkjum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Bjálving úr steinull verður latið inn sum tyrviburturkast.

Tað má ikki verða blandað við gips og asbest, sum verða tyrvd fyri seg.

Trevjusement
T.d. fibercement, hardieplank, cembrit (merki), eternitplátur
Privat
Vinnan
Viðgerð