Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla

Heinta tilfar

Heinta myndatekin, plakatir o.a. talgilt tilfar niðanfyri.

Myndatekin

Niðanfyri síggjast ymsu myndapakkarnir at taka niður.

Tilsamans eru 89 myndatekin í úrvalinum hjá Dansk Affaldsforening. Umsetingin av hesum til føroyskt verður gjørd so líðandi. Um tit hava tørv á einum ávísum myndatekni, sum ikki er umsett enn, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Les meira um, hvussu tit kunnu koma í gongd við at skilja meira á tínum arbeiðsplássi her: https://irf.fo/myndatekin-til-skiljing-av-burturkasti/


Byggiburturkast plakat

Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum, soleiðis at øll starvsfólk í byggivinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í byggivinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.

Plakat A1 (prentfíla)
Myndir av burturkastbólkum

Sjóvinnuburturkast plakat

Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.

Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari innan sjóvinnuøkið, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.

Plakat A1 (prentfíla)
Myndir av burturkastbólkum