Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla
Battarí
Øll sløg av battaríum skulu latast inn fyri seg og ikki blandast við annað burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Dømir: battarí frá leikum, amboðum, urum, fartelefonum o.s.fr.

Best er at lata battarí í eina krukku við metalloki fyri at fyribyrgja eldi. Síðan kann hendan krukkan latast í reyða posan ella inn á endurvinningarplássið.

Bílegg reyðan posa her.

Eitur og eiturpakningur
Dømir: ókrútstýnari, rottueitur, músaeitur, insekteitur.....
Privat
Vinnan
Viðgerð

Dømir: ókrútstýnari, rottueitur, músaeitur, insekteitur, mosatýnari, algutýnari, skaðadjórstýnari, flugutýnari, og lúsatýnari.

Eitur og eiturpakningur verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð.

Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

 

Bílegg reyðan posa her.

Jólaperur
Allar jólaperur, bæði el og battarí.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Kemiskur lútur
Umfatar allan kemiskan lút, plantu- og djóraeitur, sýrur, basur o.s.fr.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Um løgurin ikki er í upprunaílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

Kemiskur lútur verður brendur í útlandinum á góðkendari brennistøð.

Bílegg reyðan posa her.

Kunsttøð
Kunsttøð verður latið inn sum serliga dálkandi burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Kyksilvur
Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at....
Privat
Vinnan
Viðgerð

Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

Kyksilvurburturkast verður brent uttanlands hjá góðkendum móttakara.

Bílegg reyðan posa her.

Ljósperur
Allar ljósperur: LED, spariperur, halogenperur, gløðiperur o.s.fr.
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Spariperur hoyra til serliga dálkandi burturkast vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá ið slíkt brotnar, skalt tú lata tað liggja fyri fyrst. Far út úr rúminum, meðan tað verður luftað út í 30 minuttir. Síðani kanst tú rudda varisliga upp í plastposa og binda fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.

Bílegg reyðan posa her.

Máling, lakk og lím
Máling, lakk og lím skulu latast inn sum serburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Tóm málingablikk skulu latast inn sum jarn til endurvinningar.

Bílegg reyðan posa her.

 

Reaktiv kemikaliu
Reaktiv kemikaliu skulu handfarast við størsta varsemi, tí tey tola illa ....
Privat
Vinnan
Viðgerð

Reaktiv kemikaliu skulu handfarast við størsta varsemi, tí tey tola illa stoyt og kunnu vera spreingikvæm (eksplosiv).

Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

Reaktiv kemikaliu verða serviðgjørd uttanlands hjá góðkendum móttakara.

Reaktiv kemikaliu fevna t.d. um brintyvirilt, hydrogenperoxid, natriumperoxid, kaliumperoxid, bor, perbor, brom, perbrom, klor, perklor, chrom, perchrom, hypochlorit fast, jod og perjod, mangan og permanganat, múnja, nitrit, nitritsalte, oxiderendi evni, perklorsýra, óorganisk peroxidir. Acetoneperoxid, benxylperoxid, cycklohexanonperoxid, dibenzylperoxid, methylethyletonperoxid, organisk peroxid.

Bólkurin av reaktivum kemikalium fevnir eisini um evnir, sum geva eitrandi sýrudamp frá sær, tá ið tey koma í samband við vatn. Dømir: alminiumklorid vatnfrítt, klorsulfonsýra, ferriklorid vatnfrítt, fosforoxyklorid, silisiumtetraklorid, svávuldiklorid, thionylklorid, titantetraklorid.

Reaktiv kemikaliu eru eisini evni, sum geva eldfim gass frá sær, tá ið tey koma í samband við vatn. Tað kann koma eldur í gassið av sær sjálvum: alkalimetal og legeringar, aluminium pulvur, amider av metallum, carbider, klorsilaner, ferrosilicium, hydrider.

 

Starvsstovuleivdir og heilivágur
Øll sløg av kemiskum starvsstovuleivdum og heilivági verða....
Privat
Vinnan
Viðgerð

Øll sløg av kemiskum starvsstovuleivdum og heilivági verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð.

Um løgurin ikki er í upprunaliga ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

Sýra og lútur
T.d. meyrusýra, phenol, edikssýra, citrónsýra, smørsýra.....
Privat
Vinnan
Viðgerð

Sýra og lútur verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð. T.d. meyrusýra, phenol, edikssýra, citrónsýra, smørsýra, oxalsýra, aminosýra, mjólkasýra, carboxylsýra, salt frá organiskari sýru, saltpetursýra, svávulsýra, saltsýra, fosforsýra, akkumolatorsýra, jarnsulfat, koparersulfat, zinksalt.

Um løgurin ikki er í upprunaliga ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.

Bílegg reyðan posa her.