Flamingo skal vera tikið burturúr aliringunum og kann latast inn fyri seg sum brennandi burturkast.
Fóðurslangurnar skulu vera tómar fyri fóður.
GG: Fóðurslangur við eini grønari strípu longs eftir rørinum kunnu ikki endurvinnast, og hesar skulu latast inn sum háorka at brenna.
Trallarar og besløg úr plasti verða eisini latin inn til endurvinningar.
Boyur við flamingo skulu latast inn fyri seg.
IRF klippir hesar boyur sundur (eykakostnaður).
PVC-plastið verður brent sum háorkuburturkast, meðan flamingo verður brent sum restburturkast.
PVC-boyur hoyra til bólkin blandað tyrviburturkast.
GG: Endar og trossar úr hamp og sissal kunnu ikki endurvinnast og verða tí brendir.
Evjan, sum í løtuni verður nýtt til nótavask í Føroyum, inniheldur kopar, og tí kemur hetta undir serliga dálkandi burturkast.
Evja frá nótavaski verður brend í útlandinum á góðkendari brennistøð
Kør og kassar verða brend sum háorka.
Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt.
Ansið eftir, at flamingo ikki fýkur út í náttúruna. Smærri stykkir av flamingo fara lættliga á flog, og hesi bæði dálka og eru til stóran ampa fyri djóralívið.
Trol, net, nótir og gørn úr plasti skulu latast til endurvinningar.
Línur og teymar frá t.d. útróðrarskipum verða brend sum háorkuburturkast.
Neyðbluss má ikki blandast við annað burturkast, tí tað kann elva til eldsbruna í rusktativ, bingju, innsavningarbil ella á støðini hjá IRF.
IRF heintar oljudálkað vatn eftir avtalu frá skipum, havnum v.m.
Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.
Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um.
Privatfólk kunnu fara á (flestu) kommunalu endurvinningarplássini, har tangar eru settir upp til spilloljurestir.
IRF heintar spillolju frá t.d. skipum og størri virkjum. Spilloljan verður reinsað hjá IRF, og síðani seld sum orkukeldu (orkuútvunnin)