Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla
Blýlínur
Blýlínur (endar við blýggi) verða brendar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Blýlínur verða brendar sum háorkuburturkast.

Best er at fáa tær inn í smærri nøgdum - antin í IBC-tangum ella í stórsekkjum.

Orsøkin til hetta er, at blýggið í línunum smeltar og kann tippa ymiskt í ovninum, og tí vera smáar nøgdir av blýlínum koyrdar gjøgnum ovnin í senn. 

Boyur (flamingo)
Boyur, sum innihalda flamingo (polystyrene) skulu latast inn fyri seg.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Boyur við flamingo skulu latast inn fyri seg. 

IRF klippir hesar boyur sundur (eykakostnaður). 

PVC-plastið verður brent sum háorkuburturkast, meðan flamingo verður brent sum restburturkast. 

Fiskakassar og kør
Kør og kassar (frá t.d. fiskavirkjum) skulu vera skorin sundur, áðrenn tey verða latin IRF.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Kør og kassar verða brend sum háorka.

Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt. 

Flamingo
Alt tilfar úr EPS-plasti (flamingo) verður skilt sum restburturkast at brenna.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Ansið eftir, at flamingo ikki fýkur út í náttúruna. Smærri stykkir av flamingo fara lættliga á flog, og hesi bæði dálka og eru til stóran ampa fyri djóralívið. 

Glastrevja
Dømi: oljutangar, bátar og tílíkt.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Línur og teymar
Línur og teymar skulu latast inn til IRF í posa og ongantíð leys í bingju.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Línur og teymar frá t.d. útróðrarskipum verða brend sum háorkuburturkast. 

Onnur trol (ikki endurvinning)
Summi sløg av trolum kunnu ikki endurvinnast og verða tí brend sum háorkuburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.  

Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um.