Blýlínur verða brendar sum háorkuburturkast.
Best er at fáa tær inn í smærri nøgdum - antin í IBC-tangum ella í stórsekkjum.
Orsøkin til hetta er, at blýggið í línunum smeltar og kann tippa ymiskt í ovninum, og tí vera smáar nøgdir av blýlínum koyrdar gjøgnum ovnin í senn.
Boyur við flamingo skulu latast inn fyri seg.
IRF klippir hesar boyur sundur (eykakostnaður).
PVC-plastið verður brent sum háorkuburturkast, meðan flamingo verður brent sum restburturkast.
Kunning til vinnuna: Dekk er háorkuburturkast og kostar tí meira at brenna enn annað burturkast.
Kør og kassar verða brend sum háorka.
Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt.
Hydraulikslangur verða brendar sum háorkuburturkast.
Línur og teymar frá t.d. útróðrarskipum verða brend sum háorkuburturkast.
Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.
Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um.
Stórsekkir, ið eru illa dálkaðir ella har heilivágur hevur verið í, kunnu ikki endurvinnast og skulu tí brennast.
Stórsekkir verða brendir sum háorkuburturkast.