Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla
Balluplast
Balluplast kann ikki endurvinnast og verður brent sum háorkuburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Bleytt plast (dálkað)
Bleytt plast, ið er sera illa dálkað, kann IKKI endurvinnast og verður tí brent.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Fiskakassar og kør
Kør og kassar (frá t.d. fiskavirkjum) skulu vera skorin sundur, áðrenn tey verða latin IRF.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Kør og kassar verða brend sum háorka.

Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt. 

Graslíki (gamlir vøllir, avskurðir)
Gamlir graslíkisvøllir og smærri avskurðir av graslíki kunnu ikki sendast til endurvinningar og verða tí ístaðin brend sum háorkuburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Hydraulikslangur
Hydraulikslangur mugu í mesta lagi vera 2 metrar langar, tá tær verða latnar IRF.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Hydraulikslangur verða brendar sum háorkuburturkast.

Kúfangarar
Kúfangarar úr plasti verða brendir sum háorkuburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Onnur trol (ikki endurvinning)
Summi sløg av trolum kunnu ikki endurvinnast og verða tí brend sum háorkuburturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.  

Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um. 

Stórsekkir (dálkaðir)
Stórsekkir, sum ikki kunnu endurvinnast (t.d. teir við heilivági) verða brendir sum háorku-burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Stórsekkir, ið eru illa dálkaðir ella har heilivágur hevur verið í, kunnu ikki endurvinnast og skulu tí brennast. 

Stórsekkir verða brendir sum háorkuburturkast.