Øll sløg av akkumulatorum og trukkbattaríum.
Akkumulatorar innihalda blýggj og sýru. Tí er sera týdningarmikið at teir verða viðfarnir varisliga, so teir ikki fara at leka. Akkumulatorar verða móttiknir sum serliga dálkandi burturkast, og teir verða sendir til Danmark til viðgerðar, har størstiparturin av akkumulatorinum verður endurvunnin.
Flamingo skal vera tikið burturúr aliringunum og kann latast inn fyri seg sum brennandi burturkast.
Fóðurslangurnar skulu vera tómar fyri fóður.
GG: Fóðurslangur við eini grønari strípu longs eftir rørinum kunnu ikki endurvinnast, og hesar skulu latast inn sum háorka at brenna.
Trallarar og besløg úr plasti verða eisini latin inn til endurvinningar.
Aluminium er eitt lætt metal, sum kann kennast aftur við, at tað ikki magnetar.
Asbest og eternit skal latast inn í stórsekkjum ella innpakkað á platti. Tað er undir ongum umstøðum loyvt at lata asbest leyst í bingju, sum verður vippað.
Dustið frá brotnaðum asbestplátum kann elva til lungnakrabba, og tí er sera týdningar-mikið at fara varliga um og ikki bróta plátur-nar.
Dømi um asbest og eternit: Takplátur, veggjaplátur, bjálvaði rør.
Dømir: battarí frá leikum, amboðum, urum, fartelefonum o.s.fr.
Best er at lata battarí í eina krukku við metalloki fyri at fyribyrgja eldi. Síðan kann hendan krukkan latast í reyða posan ella inn á endurvinningarplássið.
Størri litium battarí (Litium-jón battari størri enn 100 Wh ella litium-metal við meira enn 2 g litium) skulu latast inn atskild, tí serstøk krøv eru í sambandi við flutningin til útlandi.
Reglugerð fyri bilvrak:
• Lat nummarplátuna inn til Akstovuna og fá frámeldingarváttan uppá bilin.
• Set teg í samband við IRF og avtala tíð og stað fyri innlating av bilvrakinum.
• Tá ið vrakið verður latið inn á bilvraksplássið hjá IRF, skal frámeldingarváttanin fylgja við, umframt at kontunummar skal upplýsast, har peningurin skal flytast á.
Øll, ið lata bil inn, fáa 4.000 kr.
GG: Letur tú bilvrak inn, har ein annar stendur sum eigari, er neyðugt við eini fulltrú frá eigaranum, sum sigur, at peningur kann flytast til annan enn eigaran. Eisini kann tú koma við váttan uppá keyp av bili, hóast fyrrverandi eigari stendur á frámeldingarváttanini.
Til hendan bólkin hoyrir: PVC-rør og keramikkur (t.d. vesikummur, krúss og flísar).
GG: Undir ongum umstøðum mugu gips og asbest latast í hendan tyrvibólkin.
Talan er um bleytt plast, tá ið tú kanst binda ein knút við tí.
Tað bleyta plastið kann latast í ein afturlatnan kláran posa, sum verður latin í hvíta posa ella á kommunala endurnýtsluplássið (GG: Kanna eftir, um títt kommunala pláss tekur ímóti bleytum plasti).
Plastið kann vera klárt og litað, og tað kann hava prent á.
Plastið má ikki vera sjónliga dálkað av feitti, mati, máling ella tílíkum.
Dømir um bleytt plast:
Kunning til vinnuna: Um tit hava stórar mongdir av klárum, bleytum plasti, skulu tit skilja hetta fyri seg og ikki blanda tað við litað plast.
Øll sløg av blýggi.
Blýggj verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast upp í jarnið.
Blýlínur verða brendar sum háorkuburturkast.
Best er at fáa tær inn í smærri nøgdum - antin í IBC-tangum ella í stórsekkjum.
Orsøkin til hetta er, at blýggið í línunum smeltar og kann tippa ymiskt í ovninum, og tí vera smáar nøgdir av blýlínum koyrdar gjøgnum ovnin í senn.
Boyur við flamingo skulu latast inn fyri seg.
IRF klippir hesar boyur sundur (eykakostnaður).
PVC-plastið verður brent sum háorkuburturkast, meðan flamingo verður brent sum restburturkast.
PVC-boyur hoyra til bólkin blandað tyrviburturkast.
Kunning til vinnuna: Dekk er háorkuburturkast og kostar tí meira at brenna enn annað burturkast.
Øll dekk við felgu (persónbiladekk, lastbiladekk og maskindekk) verða latin inn atskild frá øðrum burturkasti, so dekk og felga kunnu skiljast at. Dekkið verður brent og felgan fer víðari til endurvinningar.
IRF tekur el-motorin úr dustsúgvarunum, tá ið teir koma inn. EI-motorarnir verða sendir til endurvinning, og rest skal latast inn fyri seg.
Innihaldið í ecophon-plátunum er 80% glassull.
Ecophon kann latast í sama posa/bingju sum blandað tyrviburturkast.
Dømir: ókrútstýnari, rottueitur, músaeitur, insekteitur, mosatýnari, algutýnari, skaðadjórstýnari, flugutýnari, og lúsatýnari.
Eitur og eiturpakningur verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð.
Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Eldsløkkjarar við skúm, pulvur, vatn, CO2 og halon.
Bæði tómir og fullir eldsløkkjarar verða latnir inn á sama stað.
Elektronikkur er allir lutir, sum brúka battarí ella streym.
GG: Káplar og stikk skulu klippast av elektronikkinum. Káplar skulu latast inn fyri seg og stikk fyri seg.
Elektronikkur er allir lutir, sum brúka battarí ella streym.
GG: Káplar og stikk skulu klippast av elektronikkinum. Káplar skulu latast inn fyri seg og stikk fyri seg.
GG: Endar og trossar úr hamp og sissal kunnu ikki endurvinnast og verða tí brendir.
Evjan, sum í løtuni verður nýtt til nótavask í Føroyum, inniheldur kopar, og tí kemur hetta undir serliga dálkandi burturkast.
Evja frá nótavaski verður brend í útlandinum á góðkendari brennistøð
Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.
Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.
Fartelefonirnar verða sendar til endurvinningar uttanlands, har evni sum metal, stál, kopar, gull og plast verða tikin úr og endurvunnin.
Aluminiumsfelgur verður latnar inn fyri seg. Aluminium er eitt lætt metal, sum kann kennast aftur við, at tað ikki magnetar.
Kør og kassar verða brend sum háorka.
Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt.
Fjarðar skulu vera í posa, sum ikki er heilt lufttættur, so posin ikki brestur við handfaran av burturkastinum.
Ansið eftir, at flamingo ikki fýkur út í náttúruna. Smærri stykkir av flamingo fara lættliga á flog, og hesi bæði dálka og eru til stóran ampa fyri djóralívið.
Orsøkin er, at partar av flatskermunum kunnu endurnýtast (t.d. ljósleiðingarnar), og rest verður endurvunnið.
Avlopsfýrverk má ikki latast í gráa posa ella bingju, tí tað kann elva til eldsbruna í rusktativið/bingjuna, í innsavningarbilin ella á støðini hjá IRF.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, og óstøðugt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Brúkt fýrverk kann latast í gráa posan, eftir at tað er kólnað.
Gips skal latast inn fyri seg í stórsekkjum.Størri nøgdir kunnu latast inn í bingju, men gips skal undir ongum umstøðum blandast við annað tyrviburturkast, tí gips skal tyrvast fyri seg á sermerktum øki.
Gips má undir ongum umstøðum brennast, tí tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á brennistøðini.
Gips verður tyrvt fyri seg fyri at fyribyrgja, at svávulbrinta-gas (H2S) verður framleitt. Hetta gassið er eitrandi og eldfimt. Gips verður gips tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi.
Bæði klárt og litað glas kann latast í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.
Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu.
Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.
GG: Enn hava ikki øll tey kommunalu endurvinningarplássini fingið sær glasmóttøku.
Hvat kann ikki latast til glasendurvinning:
Glashurðar og -vindeygu úr aluminium verða latin til endurvinningar.
Plastið, ið verður brúkt til slík vindeygu, er PVC. Tað skal ikki brennast, tí tað kann skapa dioxinir.
GG: Rútar framleiddir áðrenn 1977 kunnu innihalda PCB (umhvørviseitur) í forseglingini. Hesir verða tyrvdir á atskildum plássið.
Ein graslíkisvøllur umfatar graslíkisvøllin sjálvan, gummigranulat og gummimáttuna undir graslíkisvøllinum (eisini kallað shockpad/e-layer).
Leyst gummigranulat verður latið inn sum háorkuburturkast at brenna.
Húsvognar skulu tømast fyri jarn, postalín og elektronikk. Jarnið og elektronikkur verður latið inn til endurvinningar, meðan postalín, hondvask og vesikumma verður latið inn til tyrvingar.
Tá ið alt er tómt úr húsvogninum, verður hann latin inn til IRF til brenningar.
Hydraulikslangur verða brendar sum háorkuburturkast.
Dømi: Rein blikk og dósir (frá eitt nú húsarhaldum), fruktblikk, skrúvur, jarnspønir, motorlutir, takplátur, hegn, súkklur, tóm málingablikk, radiatorar, komfýrar, tangar, lemmar, veirar, rør.
Motorar verða eisini latnir til jarn, men gevið gætur, at filtur skulu vera tikin úr og oljan tappað av.
Fyri at spara umhvørvisliga og fíggjarliga, er best at taka træ og plast av lutinum, áðrenn hann verður latin í jarn.
Best er at lata smátt jarn í íløt t.d. karamellublikk, so tað ikki fer á flog, tá tað verður handfarið víðari.
At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi.
Kopar, aluminium og rustfrítt stál skal ikki blandast saman við jarni, men latast inn fyri seg.
Papp og pappír, sum IKKI kann skal latast til endurvinning:
Dømi: leidningar frá el-tólum, telefonleidningar, antennukáplar, installatiónskáplar og líknandi.
GG: Stikk skulu klippast av og latast inn fyri seg.
Leidningarnir verða fluttir til endurvinningar uttanlands, har plastið verður tikið av leidningunum, og koparið endurvunnið til nýggjar vørur.
Um løgurin ikki er í upprunaílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Kemiskur lútur verður brendur í útlandinum á góðkendari brennistøð.
Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Kyksilvurburturkast verður brent uttanlands hjá góðkendum móttakara.
GG: Køliskáp og frystiboksir skulu vera tømd fyri mati, áðrenn tey verða latin inn til IRF.
Køliskáp og frystiboksir innihalda f-gass (t.d. freon), sum ikki skal latast út í umhvørvið. Av hesi orsøk verða hesar hvítvørur sendar uttanlands til umhvørvisliga viðgerð, áðrenn metallið verður endurvunnið.
Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar:
· Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu (les meira)
· Tøm vemburnar
· Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.
Munurin á PVC-gólvi og linoliumsgólvi er, at ein nál ikki fæst ikki ígjøgnum linolium, men gjøgnum PVC.
Línur og teymar frá t.d. útróðrarskipum verða brend sum háorkuburturkast.
Dømi:
· Leivdir av seyði, fugli og fiski
· Deyður fuglur, fiskur og onnur djór
· Tilfar úr reinsibrunnum
· Skinn
GG: Lívrunnið burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, tí alt tað váta burturkastið er trupult at brenna. Tá ov nógv vatn kemur við burturkastinum, økist útlátið úr roykinum á brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
GG: Spariperur hoyra til serliga dálkandi burturkast vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá ið slíkt brotnar, skalt tú lata tað liggja fyri fyrst. Far út úr rúminum, meðan tað verður luftað út í 30 minuttir. Síðani kanst tú rudda varisliga upp í plastposa og binda fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.
GG: Ljósrør hoyra til serliga dálkandi burturkast vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur og ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá ið slíkt brotnar, skalt tú lata tað liggja fyri fyrst. Far út úr rúminum, meðan tað verður luftað út í 30 minuttir. Síðani kanst tú rudda varisliga upp í plastposa og binda fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.
T.d. terpentin, spritt, acetone, reinsibensin, fortynnari, petroleum, grillløgur, frostløgur, ethanol, ether, alkohol, bensin, linolja, reinsaríburturkast, bleikjuevni, klor, plettreinsari, jod, svávul, freon, málingaburturbeinari, lím v/halogen.
GG: Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Loysingarevni verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð.
Arbeitt verður við at finna eina felags loysn fyri endurvinning av matleivdum úr øllum limakommunum hjá IRF.
Í 2020 setti IRF saman við limakommunum eina stuðulsskipan í verk til tey, sum høvdu áhuga í heimakompostering við Bokashi.
Les meira um kompostering við bokashi her.
Matoljan, sum kemur inn til IRF, t.d. frá matstovum, verður reinsað á oljureinsiverkinum hjá IRF, og síðani seld sum orkukeldu (orkuútvunnin)
Messing verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast uppí jarnið.
Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.
Neyðbluss má ikki blandast við annað burturkast, tí tað kann elva til eldsbruna í rusktativ, bingju, innsavningarbil ella á støðini hjá IRF.
IRF heintar oljudálkað vatn eftir avtalu frá skipum, havnum v.m.
Til ber at fáa stuðul frá Umhvørvisstovuni til niðurtøku og burturbeining av gomlum oljufýrsskipanum.
Fyri at bíleggja burturbeining av oljufýri og ketli, kann borgarin ringja til IRF á tlf. 41 42 43 gerandisdagar frá kl. 8-15.
Til ber eisini hjá borgaranum sjálvur at koma til IRF við oljufýri og ketli, men avtala hesum viðvíkjandi skal gerast frammanundan við at ringja til IRF.
Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.
Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um.
Pappið má ikki vera illa dálkað av mati, máling ella tílíkum.
Dømir: pappeskjur, bylgjupapp, kartong, reinir eggjabakkar, reinar pitsaeskjur, smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli), skógvaeskjur, papprullur, bøkur.
Eisini papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan/ bingju til papp/pappír.
Pappírið má ikki vera illa dálkað av mati, máling ella tílíkum.
Dømir:
Eisini pappír við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.
GG: Mælt verður frá at lata myndir og persónlig skriv í hvíta posan.
Patrónir og krút mugu ikki blandast við annað burturkast, tí tað kann elva til eldsbruna í rusktativ, bingju, innsavningarbil ella á støðini hjá IRF.
Ivast tú, um talan er um PVC, so ber til at leggja eitt petti í vatnbað. PVC-plast er tyngri enn vatn og søkkir tí í vatninum.
Dømi um hart PVC: Takrennur, kloakrør, profilar, rennustokkar, kápulbakkar, frárenningarrør og –skipanir, vindeyga- og hurðarammur.
Dømi um bleytt PVC: Vinylgólv, útgerð innan heilsuverkið, presendingar, bannarar, bóltar, slangur, regnklæðir, gummistivlar
Reaktiv kemikaliu skulu handfarast við størsta varsemi, tí tey tola illa stoyt og kunnu vera spreingikvæm (eksplosiv).
Um løgurin ikki er í uppruna ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Reaktiv kemikaliu verða serviðgjørd uttanlands hjá góðkendum móttakara.
Reaktiv kemikaliu fevna t.d. um brintyvirilt, hydrogenperoxid, natriumperoxid, kaliumperoxid, bor, perbor, brom, perbrom, klor, perklor, chrom, perchrom, hypochlorit fast, jod og perjod, mangan og permanganat, múnja, nitrit, nitritsalte, oxiderendi evni, perklorsýra, óorganisk peroxidir. Acetoneperoxid, benxylperoxid, cycklohexanonperoxid, dibenzylperoxid, methylethyletonperoxid, organisk peroxid.
Bólkurin av reaktivum kemikalium fevnir eisini um evnir, sum geva eitrandi sýrudamp frá sær, tá ið tey koma í samband við vatn. Dømir: alminiumklorid vatnfrítt, klorsulfonsýra, ferriklorid vatnfrítt, fosforoxyklorid, silisiumtetraklorid, svávuldiklorid, thionylklorid, titantetraklorid.
Reaktiv kemikaliu eru eisini evni, sum geva eldfim gass frá sær, tá ið tey koma í samband við vatn. Tað kann koma eldur í gassið av sær sjálvum: alkalimetal og legeringar, aluminium pulvur, amider av metallum, carbider, klorsilaner, ferrosilicium, hydrider.
Rustfrítt stál magnetar ikki, og sostatt kanst tú brúka eina magnet, um tú yvast, hvørt okkurt burturkast er rustfrítt stál.
CRT-skermar (teir “gomlu” tjúkku skermarnir) verða sendir til endurvinningar sum lággóðsku elektronikkur.
Elektronikkur inniheldur nógv virðismikið metal, sum verða endurvunnin.
Hetta lutvíst tí at skinn dálka illa, tá ið tey verða brend og lutvíst fyri at tryggja, at virðismikið tilfeingi ikki fer burtur.
Skulu skinnini burtur, skal saltið vera rakað av skinnunum, áðrenn tey verða burturbeind. Av tí at salt viðførir dálkandi útlát, tá ið tað verður brent, skal salt latast á sjógv og ikki latast til IRF.
Blikk eru úr aluminium, sum kann endurvinnast ferð eftir ferð uttan at góðskan verður verri. Tað eru sera stórar orkusparingar við at endurvinna aluminium samanborið við at bróta nýggjan málm.
Privatfólk kunnu fara á (flestu) kommunalu endurvinningarplássini, har tangar eru settir upp til spilloljurestir.
IRF heintar spillolju frá t.d. skipum og størri virkjum. Spilloljan verður reinsað hjá IRF, og síðani seld sum orkukeldu (orkuútvunnin)
T.d. fløskur við lak, máling, hárspray, róma, feitt o.s.fr.
Øll sløg av kemiskum starvsstovuleivdum og heilivági verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð.
Um løgurin ikki er í upprunaliga ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
Klipp káplar av og lat teir inn fyri seg.
Allir stórsekkir, uttan teir til heiligvág, kunnu latast til endurvinningar t.d. fóður-, betongsekkir o.s.fr.
Sekkirnir skulu vera reinir og turrir uttan fóðurleivdir ella aðrar leivdir.
Ynskiligt er, at stórsekkirnir koma í ballum, men tað er eingin treyt.
Stórsekkir, ið eru illa dálkaðir ella har heilivágur hevur verið í, kunnu ikki endurvinnast og skulu tí brennast.
Stórsekkir verða brendir sum háorkuburturkast.
Sýra og lútur verða brend uttanlands á góðkendari brennistøð. T.d. meyrusýra, phenol, edikssýra, citrónsýra, smørsýra, oxalsýra, aminosýra, mjólkasýra, carboxylsýra, salt frá organiskari sýru, saltpetursýra, svávulsýra, saltsýra, fosforsýra, akkumolatorsýra, jarnsulfat, koparersulfat, zinksalt, sápa, reingerðarevni.
Um løgurin ikki er í upprunaliga ílatinum ella áskriftin er farin av, er neyðugt at skriva á, hvat er í ílatinum.
IRF samstarvar við Dugna, sum tekur teldurnar sundur, soleiðis at flutningurin til útlandið verður skynsamari.
Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.
Dømir: Revlar, plattar, byggiplátur, træklæðing o.s.fr.
Um stykkini eru stór, mugu tey kvarnast fyrst.
Dømi: eldsløkkjarar, gassfløskur o.s.fr.
Trýstfløskur mugu undir ongum umstøðum blandast við restburturkast at brenna, tí tað kann elva til spreingingar, og sostatt verða til stóran vanda fyri starvsfólk.
Lat proppin sita á gassfløskum, ið ikki hava trygdarkraga.
Fyrr var ikki lov at brenna trýstviðgjørdan við, men í 2013 fekk IRF loyvið frá Umhvørvisstovuni at brenna trýstviðgjørdan við, eftir at skorsteinur og roykreinsiskipan vórðu umvæld og dagførd.
Setið tykkum í samband við kommununa um møguleikar fyri burturbeining av hesum.
Orsøkin er, at seyðatøð og gor er somikið vátt, at tað viðførir økt útlát av umhvørvisdálkandi evnum.