Menu
IRF búmerki Sjálvgreiðsla
Akkumulatorar
Akkumulatorar hoyra til serliga dálkandi burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Øll sløg av akkumulatorum og trukkbattaríum.

Akkumulatorar innihalda blýggj og sýru. Tí er sera týdningarmikið at teir verða viðfarnir varisliga, so teir ikki fara at leka. Akkumulatorar verða móttiknir sum serliga dálkandi burturkast, og teir verða sendir til Danmark til viðgerðar, har størstiparturin av akkumulatorinum verður endurvunnin. 

Aliringar og fóðurslangur
Aliringar og fóðurslangur (HDPE-plast) skulu vera skorin í leingjur, ið ikki eru longri enn 5 metrar stykkið.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Flamingo skal vera tikið burturúr aliringunum og kann latast inn fyri seg sum brennandi burturkast.

Fóðurslangurnar skulu vera tómar fyri fóður.

GG: Fóðurslangur við eini grønari strípu longs eftir rørinum kunnu ikki endurvinnast, og hesar skulu latast inn sum háorka at brenna.

 

Trallarar og besløg úr plasti verða eisini latin inn til endurvinningar.

Aluminium
Aluminium verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast upp í jarnið.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Aluminium er eitt lætt metal, sum kann kennast aftur við, at tað ikki magnetar.

Battarí
Øll sløg av battaríum skulu latast inn fyri seg og ikki blandast við annað burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Dømir: battarí frá leikum, amboðum, urum, fartelefonum o.s.fr.

Best er at lata battarí í eina krukku við metalloki fyri at fyribyrgja eldi. Síðan kann hendan krukkan latast í reyða posan ella inn á endurvinningarplássið.

Bílegg reyðan posa her.

Battarí (litium)
Litium battarí er t.d. í el-súkklum, el-rennihjól og el-bilum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Størri litium battarí (Litium-jón battari størri enn 100 Wh ella litium-metal við meira enn 2 g litium) skulu latast inn atskild, tí serstøk krøv eru í sambandi við flutningin til útlandi.

Bilvrak
Leiðbeining fyri burturbeining av bilvrakum niðanfyri her:
Privat
Vinnan
Viðgerð

Reglugerð fyri bilvrak:

• Lat nummarplátuna inn til Akstovuna og fá frámeldingarváttan uppá bilin.

• Set teg í samband við IRF og avtala tíð og stað fyri innlating av bilvrakinum.

• Tá ið vrakið verður latið inn á bilvraksplássið hjá IRF, skal frámeldingarváttanin fylgja við, umframt at kontunummar skal upplýsast, har peningurin skal flytast á.

Øll, ið lata bil inn, fáa 4.000 kr.

GG: Letur tú bilvrak inn, har ein annar stendur sum eigari, er neyðugt við eini fulltrú frá eigaranum, sum sigur, at peningur kann flytast til annan enn eigaran. Eisini kann tú koma við váttan uppá keyp av bili, hóast fyrrverandi eigari stendur á frámeldingarváttanini.

Tak fulltrúarváttan niður her.

Bleytt plast
Bleytt vøruplast (LDPE-plast) skal latast inn til IRF fyri seg.  
Privat
Vinnan
Viðgerð

Talan er um bleytt plast, tá ið tú kanst binda ein knút við tí.

Tað bleyta plastið kann latast í ein afturlatnan kláran posa, sum verður latin í hvíta posa ella á kommunala endurnýtsluplássið (GG: Kanna eftir, um títt kommunala pláss tekur ímóti bleytum plasti).

Plastið kann vera klárt og litað, og tað kann hava prent á.

Plastið má ikki vera sjónliga dálkað av feitti, mati, máling ella tílíkum.

Dømir um bleytt plast:

  • Bløðruplast
  • Pakkiplast frá vøruplattum, møblum, klæðum og øðrum tílíkum.
  • Plast, sum bløð og lýsingar eru í.
  • Tunnu plastposarnar í handlum til frukt og grønmeti.
  • Bleyti plastpakkin í legodósum og øðrum spølum/vørum.

Kunning til vinnuna: Um tit hava stórar mongdir av klárum, bleytum plasti, skulu tit skilja hetta fyri seg og ikki blanda tað við litað plast.

Blýggj
Blýggj verður latið inn fyri seg
Privat
Vinnan
Viðgerð

Øll sløg av blýggi.

Blýggj verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast upp í jarnið.

Dekk við felgu
Dekk við felgu skal ikki blandast við annað burturkast.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Øll dekk við felgu (persónbiladekk, lastbiladekk og maskindekk) verða latin inn atskild frá øðrum burturkasti, so dekk og felga kunnu skiljast at. Dekkið verður brent og felgan fer víðari til endurvinningar.

Dustsúgvarar
Dustsúgvarar hoyra til elektronik (lággóðsku elektronikkur).
Privat
Vinnan
Viðgerð

IRF tekur el-motorin úr dustsúgvarunum, tá ið teir koma inn. EI-motorarnir verða sendir til endurvinning, og rest skal latast inn fyri seg.

Eldsløkkjarar
Eldsløkkjarar við skúm, pulvur, vatn, CO2 og halon.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Eldsløkkjarar við skúm, pulvur, vatn, CO2 og halon.

Bæði tómir og fullir eldsløkkjarar verða latnir inn á sama stað.

Elektronikkur (hágóðska)
Dømi um hágóðsku elektronikk: KT-útbúnaður og kontórbúnaður.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Elektronikkur er allir lutir, sum brúka battarí ella streym.

GG: Káplar og stikk skulu klippast av elektronikkinum. Káplar skulu latast inn fyri seg og stikk fyri seg.

Bílegg reyðan posa her.

Elektronikkur (lággóðska)
Dømi um lággóðsku elektronikk: Amboð, leikur, køkstól, sláimaskinur, lampur, ljóskastarar og tílíkt.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Elektronikkur er allir lutir, sum brúka battarí ella streym.

GG: Káplar og stikk skulu klippast av elektronikkinum. Káplar skulu latast inn fyri seg og stikk fyri seg.

Bílegg reyðan posa her.

Elmotorar
Allar støddir av elmotorum.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Endar og trossar
Endar og trossar úr nailon, PP og PE skulu latast til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Endar og trossar úr hamp og sissal kunnu ikki endurvinnast og verða tí brendir.

Farteldur
Øll sløg av farteldum verða latin til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.

Fartelefonir og teldlar
Øll sløg av fartelefonum og teldlum skulu til endurvinningar
Privat
Vinnan
Viðgerð

Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.

Fartelefonirnar verða sendar til endurvinningar uttanlands, har evni sum metal, stál, kopar, gull og plast verða tikin úr og endurvunnin.

Bílegg reyðan posa her.

Felgur
Stálfelgur verða latnar í saman við blandaðum jarni.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Aluminiumsfelgur verður latnar inn fyri seg. Aluminium er eitt lætt metal, sum kann kennast aftur við, at tað ikki magnetar.

Flatskermar
Allir flatskermar verða sendir til endurvinningar sum ein bólkur fyri seg
Privat
Vinnan
Viðgerð

Orsøkin er, at partar av flatskermunum kunnu endurnýtast (t.d. ljósleiðingarnar), og rest verður endurvunnið.

Glas
Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast inn til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Bæði klárt og litað glas kann latast í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu.

Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

GG: Enn hava ikki øll tey kommunalu endurvinningarplássini fingið sær glasmóttøku.   

 

Hvat kann ikki latast til glasendurvinning: 

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar og vasar)
  • Eldføst føt og grýtulok úr glasi
  • Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
  • Spegl, vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á
Glashurðar og -vindeygu úr aluminium
Glashurðar og -vindeygu úr aluminium verða latin inn sum metal/jarn til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Glashurðar og -vindeygu úr aluminium verða latin til endurvinningar.

 

 

Graslíki
Graslíkisvøllir verða sendir til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Ein graslíkisvøllur umfatar graslíkisvøllin sjálvan, gummigranulat og gummimáttuna undir graslíkisvøllinum (eisini kallað shockpad/e-layer).

Leyst gummigranulat verður latið inn sum háorkuburturkast at brenna.

Sí vegleiðing til burturbeining av graslíkisvøllum her.

Jarn
Allir lutir, ið innihalda jarn skulu latast inn til jarnendurvinning.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Dømi: Rein blikk og dósir (frá eitt nú húsarhaldum), fruktblikk, skrúvur, jarnspønir, motorlutir, takplátur, hegn, súkklur, tóm málingablikk, radiatorar, komfýrar, tangar, lemmar, veirar, rør.

Motorar verða eisini latnir til jarn, men gevið gætur, at filtur skulu vera tikin úr og oljan tappað av.

Fyri at spara umhvørvisliga og fíggjarliga, er best at taka træ og plast av lutinum, áðrenn hann verður latin í jarn.

Best er at lata smátt jarn í íløt t.d. karamellublikk, so tað ikki fer á flog, tá tað verður handfarið víðari.

At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi.

Kopar, aluminium og rustfrítt stál skal ikki blandast saman við jarni, men latast inn fyri seg.

Jólaperur
Allar jólaperur, bæði el og battarí.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Káplar og leidningar
Káplar úr aluminiumi, blýggi og kopari.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Dømi: leidningar frá el-tólum, telefonleidningar, antennukáplar, installatiónskáplar og líknandi.

GG: Stikk skulu klippast av og latast inn fyri seg.

Leidningarnir verða fluttir til endurvinningar uttanlands, har plastið verður tikið av leidningunum, og koparið endurvunnið til nýggjar vørur.

Bílegg reyðan posa her.

Kopar
Kopar skal latast inn fyri seg og skal ikki blandast uppí jarnið.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Køliskáp og frystiboksir
Hetta fevnir um øll sløg av køliskápum, frystiskápum og frystiboksum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Køliskáp og frystiboksir skulu vera tømd fyri mati, áðrenn tey verða latin inn til IRF.

Køliskáp og frystiboksir innihalda f-gass (t.d. freon), sum ikki skal latast út í umhvørvið. Av hesi orsøk verða hesar hvítvørur sendar uttanlands til umhvørvisliga viðgerð, áðrenn metallið verður endurvunnið.

Ljósperur
Allar ljósperur: LED, spariperur, halogenperur, gløðiperur o.s.fr.
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Spariperur hoyra til serliga dálkandi burturkast vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá ið slíkt brotnar, skalt tú lata tað liggja fyri fyrst. Far út úr rúminum, meðan tað verður luftað út í 30 minuttir. Síðani kanst tú rudda varisliga upp í plastposa og binda fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.

Bílegg reyðan posa her.

Ljósrør
Øll sløg av ljósrørum og neonrørum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Ljósrør hoyra til serliga dálkandi burturkast vegna kyksilvurið, sum er í. Tá ið spariperur og ljósrør brotna, kemur kyksilvur í luftina. Tað mást tú ikki anda í teg. Tá ið slíkt brotnar, skalt tú lata tað liggja fyri fyrst. Far út úr rúminum, meðan tað verður luftað út í 30 minuttir. Síðani kanst tú rudda varisliga upp í plastposa og binda fyri. Ikki dustsúgva, tí tað breiðir kyksilvurið út.

Matolja
Matolja verður latin inn fyri seg.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Matoljan, sum kemur inn til IRF, t.d. frá matstovum,  verður reinsað á oljureinsiverkinum hjá IRF, og síðani seld sum orkukeldu (orkuútvunnin)

Messing
Øll sløg av messing.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Messing verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast uppí jarnið.

Oljudálkað vatn
Dømi: kjølvatn, vatn frá tangareinsing, vatn frá oljuskiljarum.
Privat
Vinnan
Viðgerð

IRF heintar oljudálkað vatn eftir avtalu frá skipum, havnum v.m.

Oljufýrsskipan
Ein gomul oljufýrsskipan skal skiljast sum jarn.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Til ber at fáa stuðul frá Umhvørvisstovuni til niðurtøku og burturbeining av gomlum oljufýrsskipanum.

Les meira her.

 

Fyri at bíleggja burturbeining av oljufýri og ketli, kann borgarin ringja til IRF á tlf. 41 42 43 gerandisdagar frá kl. 8-15.

Til ber eisini hjá borgaranum sjálvur at koma til IRF við oljufýri og ketli, men avtala hesum viðvíkjandi skal gerast frammanundan við at ringja til IRF.

 

 

Papp
Øll sløg av pappi kunnu latast í hvíta posa ella í bingju.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Pappið má ikki vera illa dálkað av mati, máling ella tílíkum.

Dømir: pappeskjur, bylgjupapp, kartong, reinir eggjabakkar, reinar pitsaeskjur, smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli), skógvaeskjur, papprullur, bøkur.

Eisini papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan/ bingju til papp/pappír.

Pappír
Alt pappír eigur at vera latið í hvíta posa ella í bingju.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Pappírið má ikki vera illa dálkað av mati, máling ella tílíkum.

 

Dømir:

  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Endurvunnið pappír
  • Gávupappír (ikki blankt gávupappír úr plasti).

Eisini pappír við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.

 

GG: Mælt verður frá at lata myndir og persónlig skriv í hvíta posan.

Rustfrítt stál
Rustfrítt stál verður latið inn fyri seg og skal ikki blandast uppí jarnið.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Rustfrítt stál magnetar ikki, og sostatt kanst tú brúka eina magnet, um tú yvast, hvørt okkurt burturkast er rustfrítt stál.

Skermar (CRT-skermar)
CRT-skermar (teir “gomlu” tjúkku skermarnir) verða sendir til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

CRT-skermar (teir “gomlu” tjúkku skermarnir) verða sendir til endurvinningar sum lággóðsku elektronikkur.  

Elektronikkur inniheldur nógv virðismikið metal, sum verða endurvunnin.

Sodavatnfløskur úr plasti
Allar fløskur úr PET-plasti.
Privat
Vinnan
Viðgerð
Sodavatns- og ølblikk
Hesin bólkur umfatar øll sodavatns- og ølblikk, sum eru í pantskipanini.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Blikk eru úr aluminium, sum kann endurvinnast ferð eftir ferð uttan at góðskan verður verri. Tað eru sera stórar orkusparingar við at endurvinna aluminium samanborið við at bróta nýggjan málm.

Spillolja
Spillolja og tungoljuevja.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Privatfólk kunnu fara á (flestu) kommunalu endurvinningarplássini, har tangar eru settir upp til spilloljurestir.

IRF heintar spillolju frá t.d. skipum og størri virkjum. Spilloljan verður reinsað hjá IRF, og síðani seld sum orkukeldu (orkuútvunnin)

Spreydósir
Allar spreydósir, fullar sum tómar, skulu skiljast frá til endurvinning.
Privat
Vinnan
Viðgerð

T.d. fløskur við lak, máling, hárspray, róma, feitt o.s.fr.

Bílegg reyðan posa her.

Stikk
Elektronikkur inniheldur nógv virðismikið metal, sum verða endurvunnin.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Klipp káplar av og lat teir inn fyri seg.

Bílegg reyðan posa her.

Stórsekkir
Allir stórsekkir, uttan teir til heiligvág, kunnu latast til endurvinningar t.d. fóður-, betongsekkir o.s.fr.
Privat
Vinnan
Viðgerð

Allir stórsekkir, uttan teir til heiligvág, kunnu latast til endurvinningar t.d. fóður-, betongsekkir o.s.fr.

Sekkirnir skulu vera reinir og turrir uttan fóðurleivdir ella aðrar leivdir.

Ynskiligt er, at stórsekkirnir koma í ballum, men tað er eingin treyt.

Teldur
Øll sløg av teldum verða latin til endurvinningar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

IRF samstarvar við Dugna, sum tekur teldurnar sundur, soleiðis at flutningurin til útlandið verður skynsamari.

Hesin elektronikkurin inniheldur nógv virðismikið metal, sum eiga at verða endurvunnin.

Trol, net, nótir og gørn
Trol, net, nótir og gørn úr plasti (t.d. PA, PE og PP)
Privat
Vinnan
Viðgerð

GG: Endar, flot, blýlínur og tílíkt skulu vera skilt frá.

• Flot og kúlur úr PVC verða tyrvd.

• Lemmar og keta kunnu latast inn sum jarn og metal til endurvinningar

• Leys gummibobbens, rockhopparar og annað gummi verður endurvunnið.

Trukkbattarí (blýggj)
Trukkbattarí fevnir um øll sløg av blýggjbattaríum (akkumulatorum)
Privat
Vinnan
Viðgerð
Trukkbattarí (litium)
Privat
Vinnan
Viðgerð
Trýstfløskur
Allar trýstfløskur skulu latast til endurvinningar - tómar sum fullar.
Privat
Vinnan
Viðgerð

 Dømi: eldsløkkjarar, gassfløskur o.s.fr.

Trýstfløskur mugu undir ongum umstøðum blandast við restburturkast at brenna, tí tað kann elva til spreingingar, og sostatt verða til stóran vanda fyri starvsfólk.

Lat proppin sita á gassfløskum, ið ikki hava trygdarkraga.