Asbest og eternit skal latast inn í stórsekkjum ella innpakkað á platti. Tað er undir ongum umstøðum loyvt at lata asbest leyst í bingju, sum verður vippað.
Dustið frá brotnaðum asbestplátum kann elva til lungnakrabba, og tí er sera týdningar-mikið at fara varliga um og ikki bróta plátur-nar.
Dømi um asbest og eternit: Takplátur, veggjaplátur, bjálvaði rør.
Til hendan bólkin hoyrir: PVC-rør og keramikkur (t.d. vesikummur, krúss og flísar).
GG: Undir ongum umstøðum mugu gips og asbest latast í hendan tyrvibólkin.
Innihaldið í ecophon-plátunum er 80% glassull.
Ecophon kann latast í sama posa/bingju sum blandað tyrviburturkast.
Ansið eftir, at flamingo ikki fýkur út í náttúruna. Smærri stykkir av flamingo fara lættliga á flog, og hesi bæði dálka og eru til stóran ampa fyri djóralívið.
Gips skal latast inn fyri seg í stórsekkjum.Størri nøgdir kunnu latast inn í bingju, men gips skal undir ongum umstøðum blandast við annað tyrviburturkast, tí gips skal tyrvast fyri seg á sermerktum øki.
Gips má undir ongum umstøðum brennast, tí tað gevur sera dálkandi útlát frá sær og terir ketilin á brennistøðini.
Gips verður tyrvt fyri seg fyri at fyribyrgja, at svávulbrinta-gas (H2S) verður framleitt. Hetta gassið er eitrandi og eldfimt. Gips verður gips tyrvt í mold, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at gips er eitt náttúrutilfeingi.
Glashurðar og -vindeygu úr aluminium verða latin til endurvinningar.
Plastið, ið verður brúkt til slík vindeygu, er PVC. Tað skal ikki brennast, tí tað kann skapa dioxinir.
GG: Rútar framleiddir áðrenn 1977 kunnu innihalda PCB (umhvørviseitur) í forseglingini. Hesir verða tyrvdir á atskildum plássið.
Dømi: Rein blikk og dósir (frá eitt nú húsarhaldum), fruktblikk, skrúvur, jarnspønir, motorlutir, takplátur, hegn, súkklur, tóm málingablikk, radiatorar, komfýrar, tangar, lemmar, veirar, rør.
Motorar verða eisini latnir til jarn, men gevið gætur, at filtur skulu vera tikin úr og oljan tappað av.
Fyri at spara umhvørvisliga og fíggjarliga, er best at taka træ og plast av lutinum, áðrenn hann verður latin í jarn.
Best er at lata smátt jarn í íløt t.d. karamellublikk, so tað ikki fer á flog, tá tað verður handfarið víðari.
At framleiða nýggjar lutir úr endurvunnum jarni og metalum gevur munandi minni CO2-útlát enn at framleiða somu lutir úr nýggjum tilfeingi.
Kopar, aluminium og rustfrítt stál skal ikki blandast saman við jarni, men latast inn fyri seg.
Munurin á PVC-gólvi og linoliumsgólvi er, at ein nál ikki fæst ikki ígjøgnum linolium, men gjøgnum PVC.
Ivast tú, um talan er um PVC, so ber til at leggja eitt petti í vatnbað. PVC-plast er tyngri enn vatn og søkkir tí í vatninum.
Dømi um hart PVC: Takrennur, kloakrør, profilar, rennustokkar, kápulbakkar, frárenningarrør og –skipanir, vindeyga- og hurðarammur.
Dømi um bleytt PVC: Vinylgólv, útgerð innan heilsuverkið, presendingar, bannarar, bóltar, slangur, regnklæðir, gummistivlar
Rustfrítt stál magnetar ikki, og sostatt kanst tú brúka eina magnet, um tú yvast, hvørt okkurt burturkast er rustfrítt stál.
Dømir: Revlar, plattar, byggiplátur, træklæðing o.s.fr.
Um stykkini eru stór, mugu tey kvarnast fyrst.
Fyrr var ikki lov at brenna trýstviðgjørdan við, men í 2013 fekk IRF loyvið frá Umhvørvisstovuni at brenna trýstviðgjørdan við, eftir at skorsteinur og roykreinsiskipan vórðu umvæld og dagførd.