Flamingo skal vera tikið burturúr aliringunum og kann latast inn fyri seg sum brennandi burturkast.
Fóðurslangurnar skulu vera tómar fyri fóður.
GG: Fóðurslangur við eini grønari strípu longs eftir rørinum kunnu ikki endurvinnast, og hesar skulu latast inn sum háorka at brenna.
Trallarar og besløg úr plasti verða eisini latin inn til endurvinningar.
Talan er um bleytt plast, tá ið tú kanst binda ein knút við tí.
Tað bleyta plastið kann latast í ein afturlatnan kláran posa, sum verður latin í hvíta posa ella á kommunala endurnýtsluplássið (GG: Kanna eftir, um títt kommunala pláss tekur ímóti bleytum plasti).
Plastið kann vera klárt og litað, og tað kann hava prent á.
Plastið má ikki vera sjónliga dálkað av feitti, mati, máling ella tílíkum.
Dømir um bleytt plast:
Kunning til vinnuna: Um tit hava stórar mongdir av klárum, bleytum plasti, skulu tit skilja hetta fyri seg og ikki blanda tað við litað plast.
PVC-boyur hoyra til bólkin blandað tyrviburturkast.
GG: Endar og trossar úr hamp og sissal kunnu ikki endurvinnast og verða tí brendir.
Kør og kassar verða brend sum háorka.
Stóru kassarnir skulu vera skornir í 5 stykkir (4 síður og 1 botn), og hesi 5 stykkini skulu síðani skerast í helvt.
Ansið eftir, at flamingo ikki fýkur út í náttúruna. Smærri stykkir av flamingo fara lættliga á flog, og hesi bæði dálka og eru til stóran ampa fyri djóralívið.
Ein graslíkisvøllur umfatar graslíkisvøllin sjálvan, gummigranulat og gummimáttuna undir graslíkisvøllinum (eisini kallað shockpad/e-layer).
Leyst gummigranulat verður latið inn sum háorkuburturkast at brenna.
Hydraulikslangur verða brendar sum háorkuburturkast.
Hetta fevnir m.a. um trol, sum eru gjørd úr organiskum tilfari, og trol, sum eru gjørd burturúr fleiri ymiskum plastsløgum, sum eru samantvinnaði, og tí ikki fáast sunudr.
Tit kunnu altíð seta tykkum í samband við IRF at fáa greiðu á, hvat slag av troli talan er um.
Allir stórsekkir, uttan teir til heiligvág, kunnu latast til endurvinningar t.d. fóður-, betongsekkir o.s.fr.
Sekkirnir skulu vera reinir og turrir uttan fóðurleivdir ella aðrar leivdir.
Ynskiligt er, at stórsekkirnir koma í ballum, men tað er eingin treyt.
Stórsekkir, ið eru illa dálkaðir ella har heilivágur hevur verið í, kunnu ikki endurvinnast og skulu tí brennast.
Stórsekkir verða brendir sum háorkuburturkast.